Veðrið

Til og við mikudagin

Í dag: Vindurin veksur eitt vet um náttina, upp í 8 til 13 m/s. Ættin norðan. Út á dagin eitt sindur meiri vindur, 10 til 15 m/s. Allan dagin smáskýggjað og kavaæl. Hitin aftur 2 stig báðumegin frostmarkið.  

Mikudagin: Aftur norðan allan dagin, og vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s. Skýloftið aftur smáskýggjað, og kavaæl. Eisini sama hitalag 2 stig báðumegin frostmarkið.