Váryvirlitstrolingarnar á Føroyabanka hesaferð gjørdust ikki so drúgvar
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri er komin aftur av Føroyabanka, har skipið hevur gjørt váryvirlitstrolingar. Vanliga varar ein slíkur túrur í umleið eina viku, men vegna onkrar tekniskar trupulleikar, er túrurin avbrotin.
Tað er altíð spennandi, tá havrannsóknir verða gjørdar á Føroyabanka, har ávís vinnulig veiða nú er aftur, eftir at Bankin hevur verið stongdur fyri vinnuligari veiði í fleiri ár, og bert avmarkað royndarveiða hevur verið.
Fiskifrøðingar hava í fleiri ár sagt, at toskastovnurin á Bankanum hevur verið illa fyri, men tað eru eftirhondini nøkur ár síðan, at nógv hýsa vísti seg at vera aftur á hesum leiðum, og seinnu árini hevur eisini fingist toskur.
Nú er avmarkað vinnulig veiða aftur loyvd á Bankanum, og tí verður spennandi at frætta nærri, hvussu hesin túrurin hjá Jákupi Sverra - tó at hann ikki gjørdist so drúgvur hesaferð - hevur vignast.
Sum skilst, hevur Jákup Sverri fingið so mikið av fiski á Føroyabanka hesar dagarnar, at Føroyabankakvøldini á fiskamatstovuni Barbaru og nú eisini Áarstovu verða sum ætlað fríggjakvøldið og leygarkvøldið komandi.
Sagt verður, at fiskurin er feitur, og tað er í sær sjálvum eitt gott tekin. In.fo fer at kunna nærri um henda túrin hjá Jákupi Sverra og gongst, sum vit ætla, fara vit eisini at hava nakrar myndin av veiðini her á síðuni.
Tað skrivar Vilmund Jacobsen, á in.fo