Varðin Pelagic bjóðar fesk sildafløk uttan skræðu til almenningin
Varðin Pelagic bjóðar fesk sildafløk uttan skræðu til almenningin. Sildafløkini verða pakkaði í 2 kg. frystiposar og løgd í ískør uttanfyri okkara skrivstovubygning. Sildafløkini verða klár at heinta einaferð hesa vikuna (vika 47). Nærri kunning um tíðspunkt kemur seinni. Vit heita á øll áhugaði um at fylgja við.
Fyri at fáa ábending um hvussu nógv sildafløk vit skulu framleiða, verða øll áhugaði biðin um at viðmerkja “Ja, takk” undir hesum uppslagnum.
Minnist til at viðmerkja undir uppruna uppslagnum og ikki undir deildum uppsløgum.