Væleydnað OCF tiltak um línufiskiskap og fiskiveiðumøguleikar
Mikudagin í undanfarnu viku var aftur eitt væleydnað tiltak hjá Ocean Cluster Faroes um línufiskiskap og fiskiveiðumøguleikar. Eini 50 fólk vóru møtt at hoyra framløgurnar, ið viðgjørdu støðuna hjá línufiskiskapi frá búskaparligum, lívfrøðiligum, og politiskum sjónarmiðum.
Unn Laksá, stjóri á sjókovanum, bjóðaði vælkomin og innleiddi við at greiða frá, at Sjókovin hevur latið frágreiðing úr hondum um fiskiskapin hjá línuskipum á Flemish Cap, eftir umbøn frá Felagnum Línuskip. Síðani greiddi Magni Laksáfoss um nøkur av úrslitunum í frágreiðingini, har ið fiskiskapyrin hjá línuskipum á ymiskum leiðum var samanborin. Høvuðsniðurstøðan er at atgongd til Flemish Cap hevur sera stóran búskaparligan týdning fyri línuskipini, og at fiskiskapurin í føroyskum øki er munandi verri enn á Flemish Cap, Grønlandi, og ìslandi, t.d. vísti Magni á, at avreiðingarvirði fyri hvønn dag er 340.000 kr í Flemish Cap, í mun til 83.000 krónur á landgrunninum. Síðani greiddi Petur Steingrund um toskafiskiskapin á føroyskum øki og samanbar við toskafiskiskapin á Flemish Cap. Hann hugleiddi um munin millum økini, og vísti á at við støði í veiðutølunum er gýtingarstovnurin á Flemish Cap væl størri enn tann í Føroyum. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til tess, millum annað kann spurnartekin setast við um gýtingarstovnarnar eru undir- ella yvirmettir á ymisku økjunum, ella um talan er um serstakar lívfrøðiligar umstøður millum økini.
Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, greiddi frá um samráðingar við NAFO um toskakvotuna á Flemish Cap. Hann greiddi frá vísindaligu tilmælunum hjá NAFO, og vísti á munin í ráðgevingini alt eftir um ráðgevingin var gjørd fyri 1 ella 2 ár. Orsakað av grundleggjandi munum í virðisgrundarlagnum millum limalondini, er tað ofta ES, ið situr við lykilinum til loysnir, og er tí ein týdningarmikil samstarvsfelagi frá føroyskum sjónarmiði. Kristian Martin Petersen, stjóri í Felagnum Línuskip, greiddi frá hvat týdning fjarleiðir hava fyri línuskipini. Her var aftur víst á minkandi veiðuna á føroyskum øki. Eisini vísti Kristian Martin á veiðuna hjá ymiskum skipabólkum í Føroya Banka, har gongdin hjá línuskipum hevur verið neiliga ávirkað av tillagingum í fiskidøgum, tí at mann politiskt hevur valt at lata kvotuna til útróðrarbátar. Tað var eisini hugleitt um, um vit áttu á víðkað samstarvið við eitt nú Noreg, samt sum Grønland og Ísland. Til seinast var hugleitt um tunfiskirættindi á føroyskum øki, kundu veri umbýtt við onnur rættindi.