Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum og í miðlunum
Eftir at hava lurtað eftir einum parti av orðaskiftinum um sjófeingislógina í tinginum í gjár, hoyrdi eg ongan taka útróðurin upp á tungu. Hesin siðbundni parturin av føroyskari fiskivinnu verður alsamt meira troðkaður og tagdur burtur bæði í tinginum og í fjølmiðlunum. Kanska ikki so løgið, tí tingið er í høvuðsheitum manna við akademikarum, lærarum og øðrum heimafólki, og í Kringvarpinum er tað ítróttur, tónleikur og tónleikakappingar, sum vísa seg at hava hægstu raðfesting.
Í orðaskiftinum í gjár var nógv tosað um, hvussu umráðandi tað er at seta tiltøk í verk fyri at verja toskastovnin. Avleiðingin av hesum verður helst, at møguleikarnar hjá útróðrarbátunum verða skerdir uppaftur meira, tí hesir fiska bara tosk og hýsu. Helst verður hetta mønustingurin hjá teimum fáu, sum enn tíma at fáast við útróður, og sum onki forstáilsi hava í politisku skipanini.
Mær kom til hugs, at nógv er broytt, síðan vitandi menn sum t.d. Pól Jakku á Dalinum í Klaksvík, Juul í Nólsoy, Adolf Hansen og Heini í Kunoy umboðaðu útróðurin í tinginum og manniliga vardu áhugamálini hjá hesin partinum av flotanum.
Útróðurin er farin nógv eftir hæli, síðan útróðrarmenn fyri hálvari øld síðan fóru í verkfall og blokeraðu bæði á sjógvi og landi fyri at tryggja sær eina javnari og helst eisini eina frægari inntøku. At hetta seinni kom teimum aftur um brekku, tí toskur kom í stóran mun at gjalda inn í illa gitna Ráfiskagrunnin fyri at stuða trolaraflotanum, er ein onnur søga. Óli Olsen í Klaksvík tók myndina, tá útróðrarmenn blokeraðu innsiglingina í Klaksvík á sumri í 1975.