Uppihaldsloyvini hjá ukrainsku flóttafólkunum verða longd
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevði mánadagin fund við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum, Kaare Dybvad Bek.
Á fundinum vórðu viðurskiftini hjá ukrainsku flóttafólkunum umrødd. Semja var um føroyska ynskið at leingja uppihaldsloyvini hjá ukrainsku flóttafólkunum í eitt ár, til 17. mars 2025, og at økja talið av uppihaldsloyvum úr núverandi 200 loyvum upp í 250 loyvi.
Á fundinum legði landsstýrismaðurin eisini fram ynski um eina nýggja útlendingalóg fyri Føroyar.
Landsstýrismaðurin gjørdi vart við ávísar avbjóðingar, sum stinga seg upp, tá ið avgerðarmyndugleiki í útlendingamálum verður givin føroyskum myndugleikum. Eisini nevndi landsstýrismaðurin føroyska ynski um at linka ávísar treytir fyri eykaarbeiði hjá útlendingum, uttan at søkjast skal um arbeiðsloyvi í hvørjum einstøkum føri, umframt tær avbjóðingar, sum hava stungið seg upp í sambandi við arbeiðs- og uppihaldsloyvi til trúboðarar og onnur, sum ynskja at virka á átrúnarliga økinum í Føroyum. Danska Útlendinga- og integrationsmálaráðið kannar enn hetta málið.
Talan var um ein góðan og jaligan fund. “Vit hava nakrar avbjóðingar og nøkur ítøkilig ynski, og tí síggi eg fram til menning, samstarv og góðar loysnir á útlendingaøkinum,” segði landsstýrismaðurin aftaná fundin mánadagin.