Tunfiskamongdir, hjáveiða og veiðumøguleikar av tunfiski í føroyskum sjóøki

Skrivligur fyrispurningur frá Johan Dahl til Dennis Holm

Spurningar:1.Er nakar tunfiskur sum hjáveiða hjá pelagisku skipunum,sum veiða íføroyskum sjóøki?

2.Hvørjireru møguleikarnir at fara undir royndarveiðu aftur eftir tunfiskivið Føroyar?

3.Eru altjóða ásetingar um veiðu av tunfiski ein forðing fyri,at vit kunnu royna eftir hesum fiskaslagi í okkara sjóøki?

4. Hevur Havstovan gjørt nakrar kanningarog metingar um,hvussu tunfiskurferðast í okkara øki, mongdir o.a.?

Viðmerkingar:I 1980’unum og 1990’unum vórðu skip bygdserligatil at veiða tunfisk, men tá var tað ikki nøkur stórvegis succes, hóast vóninar til veiðu av hesum ferðandi fiskastovni,ið part av árinum fer framvið íokkara sjóøki,vóru stórar.

Royndarloyvi vórðu givin,og japanarar vóru ísamstarvi við føroyingar íføroyskum sjóøki og veiddu upp á føroyskroyndarloyvi.Men orsakað av ov lítlari mongd datthetta niður fyri.

Áhugavert er at vita, hvørjar kanningar er gjørdar av tunfiski,og hvussu er við hesum fiskastovni í føroyskumøki,nú m.a. hitin í sjónum sær út til at hátta sær tann vegin,at heitari verður.

Somuleiðis er eisini áhugavert at vita,hvørt tunfiskur er partur av hjáveiðuni hjá pelagisku skipunum,sum veiða í føroyskum sjóøki.Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 15. mars 2024

Johan Dahl