Trupuleikar 38 fjórðingar vestanfyri Sandoynna

Túgvusteinur róðurtrupuleikar

Fyrrakvøldið Kl.:22:00 boðaði skiparin umborð á Túgvusteini, at teir høvdu trupulleikar við róðrinum, og spurdi um sleip til lands.

Túgvusteinur var til fiskiskap, góðar 38 fjórðingar vestanfyri Sandoydni.

Brimil var hjá Túgvusteini ein tíma aftaná, og byrjaði beinanveg at sleipa hann til Tórshavn, har teir kunnu umvæla brekið á róðrinum.

Myndina hevur Eliesar Jakobsen tikið