Tiltak á Seglloftinum: Kerstin von Post og svensku Kolanámsmennirnir á Tvøroyri
Tiltak á Seglloftinum: Kerstin von Post og svensku Kolanámsmennirnir á Tvøroyri
Ónskvøldið 17. apríl kl. 19 skipar skjalasavnið á Tvøroyri
fyri einum sera áhugaverdum almennum fyrilestri á Seglloftinum.
Tað eru Elisabet og Sven-Eve Johansson úr Ljungby í Smálandi, sum fara at siga frá Kerstin von Post og svensku kolanáms-arbeiðsmonnunum, sum komu til Suðuroyar umleið ár 1900. Eisini høvdu tey fegin viljað hitt eftirkomarar.
Framløgan verður kl. 19:00, á Seglloftinum á havnarlagnum.
Tey vóna at hitta eina rúgvu av eftirkomarum og annars fólkum, við áhuga fyri kolagrevstrinum í oynni og søguáhugaðum annars.
Øll eru hjartaliga vælkomin og tiltakið er ókeypis.
Mynd: (Fylking s. 404)
Tunnusláttur 4. mars 1957. Tunnan kom niðan av Drelnesi við tráðbananum.
Nøvnini eru frá vinstru: Peter Petersen (Petur í Gerðinum), Tvøroyri, Jørgen Mortensen, (Jørgen hjá Julinu) Tvørabakka, Tvøroyri, Magnus Magnussen (Magnus á Helluni), Froðba, Kirstein Stórhamar (Kirstein hja Janus hjá postmanninum), í Húsgarði, Trongisvágur, Mannbjørn Jensen (Mannbjørn hjá Jens hjá Agnes) Froðba, Jens Jensen (Jens hjá Agnes), Froðba, Carl Johan Bech (Carl á Rananum) í Trongisvági, Thomas Pauli Magnussen (Pauli hjá Bóndanum) á Brekkunum í Trongisvági, Høgni Joensen á Sevmýri, Tvøroyri, Tórálvur Hammerfoss, Froðba, Emil Juul Petersen á Sevmýri, Tvøroyri, , Andreas Nolsøe (Dias í Garðinum) í Húsgarði, Trongisvágur, Poul Juul Thorsteinsson (Poul Juul á Brúgv) í Trongisvági, Helgi Hentze (Helgi við Hellá) í Trongisvági, Tórur Mortensen, Hvítanes, Tvøroyri, Karl Laðanberg (Karl hjá Mortakal) Sevmýri, Tvøroyri, Petur Nolsøe (Petur í Garðinum) í Húsgarði, Trongisvágur, Hans Nolsøe (Hans á Bakkabrúgv) Trongisvágur, Margo Petersen (Margo í Puntabyrgi) nú Trongisvágur, Hartmann Hansen, Sevmýri, Tvøroyri. (kelda, “Fylking”)
Tvøroyrar skjalasavn