Til fíggjarnevnd løgtingsins
Fiskimannafalagið var á fundi við fíggjarnevnd løgtingsins í vikuni.
Viðmerkingar frá Føroya Fiskimannafelag til uppskot
LM-037/2023: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimannafrádráttinum og avtøka av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum)
Mótmæla
Føroya Fiskimannafelag mótmælir uppá tað harðasta, at løgtingið niðurlaðar fiskimannafrádráttin. Hetta er beint ímóti tí, sum allir flokkar lovaðu undan løgtingsvalinum 2022. Allir flokkar lovaðu ikki at nerta fiskimannafrádráttin. Vónand halda tit orð.
Skal heldur økjast
Í fyrsta lagi mótmælir felagið, at løgtingið ger ein niðurskurð í fiskimannafrádráttinum, og í øðrum lagi heldur felagið, at fiskimannafrádráttin eigur at økjast, eins og norska stórtingið ætlar við samsvarandi skipanini har.
Høvuðsstaðurin gongur fríur
Fiskimannafelagið loyvir sær at vísa á, at ætlaða lækkingin av fiskimannafrádráttinum í mestan mun fer at raka borgarar uttan fyri høvusstaðin. Sostatt er ætlaða átakið hjá løgtinginum í høvuðsheitum beinleiðis málrætta eftir sjófólki í Klaksvík, Gøtu, Tvøroyri, Runavík, Leirvík, Toftum, Eiði, Fuglafirði, Vágum og Vestmanna.
Sjófólk eru ikki umfataði av starvslógini
Sjófólk hava ótrygg viðurskiftir í mun til fastlønt almenn starvsfólk, tá ið sjúka rakar. Alment lønt (les fastlønt) hava starvslógina at líta á, tá ið sjúka ella hóttafall rakar. Víst verður til løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 2. juni 1970.
Føroya Fiskimannafelag vil vísa á, at fiskimannafrádrátturin er ein kompensatión fyri
- at vera so nógv burtur frá heimi og familju og
- fyri - sum víst verður á omanfyri – ikki at vera umfatað av teirri lukrativu starvslógini
Finn peningin við flytingum á fíggjalógini
Tað átti at verið munandi lættari at funnið tær 11 mill. við flytingum á fíggjarlógini, heldur enn at áleggja sjófólki t.d. í Gøtu, á Tvøroyri, í Klaksvík, í Runavík at gjalda upphæddina.
Tað er bara eitt stað Føroya Fiskimannafelag kann fara eftir mista peninginum, til teir sum eiga skipini.
Vit mótmæla harðliga hesi atsóknini á føroyska sjófólkið.
Føroya Fiskimannafelag
Jan Højgaard, formaður