Tað tekur sína tíð at fáa øll loyvir uppá pláss
Drúgt at sleppa til fiskiskap
Vit eru spentir og ótolnir eftir at sleppa avstað, og vóna at hendan driftin kemur at rigga væl, sigur Petur Joleiv Svøstein um nýggja Líðahamar sum fyri seks vikum síðani kom til landið.
Nýggi Líðhamar kom til Føroyar fyri seks vikum síðani. Hóast báturin er í góðum standi, so tekur tað sína tíð at fáa øll loyvir uppá pláss, tí hann fær somu krøv, sum ein spildurnýggjur bátur.
- Ja, tað eru fleiri vikur síðani báturin kom til Føroyar. Hann er klassaður og ymiskt viðlíkahald er gjørt við hann í smiðjuni hjá Pomek her í Klaksvík. Eg vóni hann fær endaligu loyvini í vikuni, so vit kunnu koma í gongd við útróðurin. Tað sigur skiparin Petur Joleiv Svøstein.
- Fyrsta uppgávan hjá okkum fýra, sum skulu manna bátin, verður at læra bátin og fiskireiðskapin at kenna. Hesin hevur egningamaskin umborð, meðan vit engdu í landi við gamla Líðhamri, sigur hann.
- Nú fáa vit at síggja hvussu tað riggar við egningamaskinu, men eg rokni við, vit koma at liggja úti í tveir til tríggjar dagar, og fara so inn at landa, sigur Petur.
- Báturin tekur 23 kør í lastina, sum svarar til umleið 23.000 pund. So kunnu vit hava nøkur kør afturat, so vit meta vit kunnu hava 13 - 14 tons í honum, sigur hann.
- Tað verður sama manning, sum var við gamla Líðhamri, ið kemur at mannað hendan. Vit eru spentir og ótolnir eftir at sleppa avstað, og vóna at hendan driftin kemur at rigga væl. Ein annar bátur hevur hesa línuskipaninna umborð, og hon riggar væl, so vónandi kemur hetta eisini at rigga hjá okkum, sigur Petur.
- Nú er liðugt við at egna uppi á landið. Okkara egnarar vóru tilkomnir menn, ja, 80+, so teir fáa nú sína væl uppibornu pensjón, sigur Petur J. Svøstein.
Líðhamar er bygdur í 2012, er 14,9 metrar langur og 4,4 metrar breiður. Motorurin er ein 400 kw. Scania.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum og manningini til lukku og Guds signing við Líðhamri.
Fleiri myndir síggjast á Facebooksíðuni hjá Sjómansmissiónini