Tað sigur Regin Jacobsen
Øssur Winthereig spurgdi soleiðis á sínum facebook-vanga, tá nýggja flogfarið hjá Bakkafrost lendi í Vágum í gjár
Haldi, at einasti týðandi spurningurin um flogfarið hjá Bakkafrost er, hvussu er við CO2 útláti og laksaútflutningi við flogfari.. onkur onnur fyritøka sigur seg velja skip, tí tað er burðadyggari.
Og eg veit ikki. Men at jubla púra ørt, tí eitt flogfar er lent í Vágum er ikki nóg mikið.
Stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, svaraði spurninginum soleiðis
At útflyta laks er sjálvt grundarlagið undir okkara virksemi. Í løtuni verða umleið 80% av vørunum fluttar sjóvegis og 20% loftvegis. Tað tekur 12 dagar at flyta laks til New York úr Føroyum sjóvegis, og tí er tað ikki optimalt fyri góðskuna á feska laksinum, at tað tekur so langa tíð. Tað er stórur eftirspurningur eftir feskum laksi í USA, men fram til nú hevur tað tikið 72 tímar at flyta laks av Glyvrum, til Havnar til Scrabster við skipi, til London við farmabili og síðani til New York við flogfari. Við nýggja flogfarinum fer tað at taka á leið 9 tímar úr Føroyum til New York.
Um vøran kemur skjótari fram, so heldur hon longri. Tí eru størri sannlíkindi fyri, at hon verður etin og ikki beind burtur. Ímyndar tú tær, at tað bert eru fáir dagar eftir av haldførinum hjá einum laksi, tá hann kemur fram, ja, so eru størri sannlíkindi fyri, at hann verður beindur burtur. Vit útflyta matvørur og ein av fremstu uppgávunum er sjálvandi at fáa fólk at eta eina burðardygga vøru við høgari góðsku og góðum haldføri. Tað verður bøtt munandi um hetta við nýggju flogrutuni.
Vit flyta longu í dag 80% av vørunum sjóvegis. Øll fryst vøra verður til dømis flutt við skipi.
Vit meta ikki, at tað finst ein haldbar loysn í løtuni at frakta feskan laks tvørtur um Atlantshavið uttan at fara upp á kompromis við góðskuna á laksinum og matspillu. Vit eru bundin av flogfrakt fyri at nøkta tørvin hjá okkara kundum á gourmetmatstovum og fiskamarknaðum í USA.
Flogfarið hjá Farcargo hevur køling umborð. Við óbrotnari køliketu av Glyvrum til virki okkara í New Jersey er tí ikki neyðugt at flúgva ís í køssunum, sum annars er krav, tá longri og ótryggari flutningur er t.d umvegis London. Sostatt fer henda flutningsleið at bróta uppúr nýggjum í so máta og nærum hálvera CO2 útlátið í mun til verandi flutningsleið.