Tað mesta er góður og stórur svartkjaftur

Beitir gjørt góðan túr

-Tað mesta er góður og stórur svartkjaftur. Í onkrum sleipið fingu vit upp til 670 tons, so tað er góður fiskiskapur, sigur Tómas.

Íslandski trolarin Beitir frá Neskaupstaði á eysturlandinum var í dag á Fuglafirði. Teir bunkraðu áðrenn kósin verður sett til heimbýin, har teir skulu landa.

-Vit hava gjørt góðan og skjótan túr eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Vit hava fiskað góð 3000 tons í fýra dagar. Tað sigur skiparin Tómas Kárason.

-Tað mesta er góður og stórur svartkjaftur. Í onkrum sleipið fingu vit upp til 670 tons, so tað er góður fiskiskapur, sigur hann.

-Vit eru nú lidnir við allar okkara kvotur fyri hetta árið. Tá vit hava landað, fáa vit jólaferiu. Árið er sera gott, so vit eru fegnir og takksamir, sigur Tómas Kárason.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook- vanga sínum.