Tað gongur ”ALS” ikki, sum prestur prædikar
Nær er ein skipan nøktandi, kunnu vit spyrja. Tað velst um eyguni sum síggja, vildi ein helst svara.
Úr eygunum hjá einum fiskimanni er ALS als ikki ein nøktandi skipan. Har hava fiskimenn rinda inn sum góðir samfelagsborgarar, men tað kemur næstan ikki fyri, at teir fáa eina krónu, tá teir hava tørv á tí.
Tað er ikki hóskandi, at vit hava eina skipan, ið letur menn detta niður í millum. Serliga, tá ein hevur í huga, at tað hevur verið gjørt vart við hesa sosialu slagsíðuna fleiri ferðir.
Tí verður heitt á ALS-stýrið, um at hava hjarta fyri øllum borgarum, sum hava tørv á teirra umsorgan, tá ið á stendur. Fyri okkara viðkomandi, so kundi tað verið, at fiskimenn fingu útgjald, tá ið skip teirra liggja, vegna umvæling av onkrum slag.