LESARABRÆV: Tað eru ikki kjansir til allar sjómennirnar, her heima

Okkara limir tosa longu um at rýma av landinum

Góðan dag, eg skrivi vegan FFU (Føroyskir Fiskimenn Uttanlands), har eg eri formaður. 

Um hetta skriv ger nakran mun, vænti eg ikki, men eg hugsi, vit vit mugu hava onkrar viðmerkingar til skattaumleggjingina. Vit skulu hóast alt vera ein partur av fíggingini.

Eg fari at senda hetta skriv til fleiri av tykkum, bæði í samgonge og andstøðu.

Sjálvur mynstraði eg sum dekkari fyrstu ferð 15 ára gamal, og eg havi verið fiskimaður øll árini. Eg havi siglt í 36 ár longu, og vónandi have eg nógv ár afturat.

Eg fór ungur til Noreg og havi nú siglt har í 31 ár. Eg má siga, at eg eri ómetaliga glaður fyri, at eg og nogvir við mær hava havt og hava hendan møguleika.

Eitt er vist. Tað er ikki kjansur til allar sjómennirnar, sum sigla uttanlands, her heima í Føroyum.

Haldi, at samgongan ikki er greið yvir, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkum og landið, at vit kunnu arbeiða uttanlands.

Og so at leggja út við tí, at vit mangla arbeiðsmegi í Føroyum, tí so nogv arbeiða uttanlands. Nei, har eri eg ikki samdur.

Hví spyr ongin eftir, hvar tær yngru generatiónirnar eru og gera? Hvat arbeiði vilja tey útinna?

Í øðrum londum rundaum okkum hava tey eisini serskattaskipanir, tá tey arbeiða uttanlands. Hví skulu vit ikki hava tað í Føroyum eisini?

Hví skal man niðurbróta nakað, sum fungerar væl? Tað fer at geva bakslag, og limir tosa longu um at rýma av landinum.

Hesi punkt koma at raka okkara limir í Noreg.

* 154B frádráttur 

* Sjómannafrádráttur

* Samdøgursfrádráttur

Eg kann svara fyri meg. Í nógv ár havi eg goldið góð 40% í skatti. Um hesar broytingar koma ígjøgnum - ja, so komi eg og nógvir við mær at gjalda 50% í komandi árið. Og so fyri ikki at tosa um, tá allir frádráttir eru burtur - ja, kanska man tá táttar í 60%?

Hesar broytingar eru so ikki til at eggja sjómonnum at arbeiða og forvinna meir - ella hvat?

Nei, um tit endiliga skulu broyta nakað, so geri heldur sømdirnar betri. Hopi, at hetta fær onkran av tykkum at hugsa um okkum.

Við heilsan

Einar M Hammer

formaður FFU.