Tað er við sorgblídni at hann varð beindur burtur
Alt hevur sína tíð, og sluppungin Selvík, sum í mong ár hevur staði niðri á Dungasandi, var nú í so ringum standi, at hann mátti beinast burtur. Hann var blivin til ampa fyri trygdina á økinum, har børn ofta spæla.
Á bygdaráðsfundinum í farnu viku varð endaliga støðan tikin, og avgerðin bleiv, at hann skuldi beinast burtur.
Tað hevði kostað upp ímóti eini millión at umvælt hann, tí næstan alt mátti gerast av nýggjum og tað var ikki mett ráðiligt.
Ein bátur sum stendur úti, krevur nógv viðlíkahald, og hetta er kostnaðarmikið.
Tað er við sorgblídni at hann varð beindur burtur, tí hann er ein partur av søguni hjá okkara gomlu útróðrarbygd.
Økið kring Dungasand verður framvegis dagført, og fólkini hjá Hjálpirót hava aftur í dag planta og sáa tað nýggja grøna økið, ið fer at gerast eitt veruligt prýði fyri miðbygdina.
Tað skrivar sorvag.fo
Skipalistin skrivar hetta um SELVÍK SELVÍK (skipalistin.fo)