Tað er ivasamt hvussu verður við fiskivinnusamráðingunum við Russland.
Mikudagurin verður rættiliga avgerandi.
Tað skrivar Georg L. Petersen á kvf.fo
Mikudagin fer løgmaður at kalla umboð fyri allar flokkar á tingi á fund at viðgera tiltøkini móti Russlandi. Eitt av punktunum verða fiskivinnusamráðingar við Russland, sum helst byrja einaferð í november.
Við Dag og viku í gjár segði løgmaður millum annað, at revsitiltøk er eitt mál og fiskivinnusamráðingar nakað annað.
Árni Skaale, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur áður boðað frá, at hann má halda landsins lógir og tískil er noyddur at samráðast við russar, tá tann tíðin kemur. Hann vísir til lógina um hvørji tiltøk kunnu setast í verk móti Russlandi og ikki.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum er ikki samdur við Árna Skaale.
Jenis av Rana segði við in.fo í gjár, at... LES ALLA GREININA og hoyr samrøðuna við Bárður Nielsen HER https://kvf.fo/netvarp/uv/2022/09/24/samringar-vi-russar-vigerast-aftur