Sigmundur var í 1973 sóktur millum Stong og Eystnes

Kom um dagarnar í blaðnum Birting frá 2000 fram á forvitnisliga mynd frá 1956 av “postbátinum” Sigmundi hjá Torshavns Mælkeforsyning og margarinefrabrik. Vit ungu søgdu Sigmundur hjá Meiarínum. Sigmundur er júst komin úr Havn og leggur at við Sjógv í Kollafirði. Fyri meg og onnur serlig mynd, tí ikki fyrr enn í juli mánað í 1966 var koyrandi eftir Oyggjarvegnum til Kollafjarðar og vestureftir. Jógvan Christiansen mammabeiggi var giftur til Kollafjarðar, og meg minnist ferðir við Sigmundi og eisini Reynir til Kollafjarðar. Og fyrstu ferð eg sum drongur spældi hondbólt í Vestmanna, fóru vit fyrst við postbátinum úr Havn til Kollafjarðar og víðari við bussi til Vestmannar.

Sigmundur var flaggskipið hjá.....LES ALLA GREININA HER https://www.hvannrok.fo/2023/03/27/ur-myndasavninum-sigmundur-var-i-1973-soktur-millum-stong-og-eystnes/?fbclid=IwAR2cjxNJLK3Fdq3MeA1HvooHFmmqHfWddyH_WohU4Y1Z7DEaQSSQW1m2Qqw

Greinina og myndina eigur hvannrok.fo/Vagnur Michelsen