Tá línuskipið Nólsoyar Páll var í havsneyð (1:2)
Páskadag, um sekstíðina á kvøldið, var Nólsoyar Páll komin 150 fjórðingar vestur úr Mykinesi. Hann var landnyrðingur í ættini við nógvum vindi og kavaroki. Við eitt reistist ein ógvuslig alda yvir stýriborðsloring. Aldan mentist og við eitt breyt yvir skipið.
Trýst HER Tá línuskipið Nólsoyar Páll var í havsneyð | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tá avfjaraði, lá Nólsoyar Páll 70 stig í bakborð. Lastin hevði skotið seg. Støðan var hættislig og skipið sendi út neyðarkall. Tað var fjáltur á manningini og teir ivaðust, um teir komu frá hendingini við lívinum. Aldurnar vóru stórar og vindurin nógvur.
Spurningurin var ikki um, men nær, skipið fór runt.
Luttakarar: Jaspur Kruse, dekkari á Nólsoyar Páll Jógvan Finnur Tungá, dekkari á Nólsoyar Páll Jallgrím Jacobsen, messur á Nólsoyar Páll Heri Olsen, lærlingur á Tórshavn Radio Hanna Jørgensen, kona ein av manningini, ið gekk burtur Hans Egholm hevur lagt sendingina til rættis.
Úr bandasavnið útvarpsins