Sverri nú hevur fingið sítt egna pláss

Ofta skal berast skjótt at tá útkall eru

Saman við Vága bjargingarfelag, hevur kommunan arbeitt við at skapa betri karmar fyri virkseminum hjá bjargingarfelagnum, við at bøta um umstøðurnar og atkomuna hjá manningini til Sverra. Ofta skal berast skjótt at tá útkall eru, og tá skulu umstøðurnar verða góðar og tryggar hjá manningini. Við at leggja eina flotbrúgv við landgongd, gerst tað lættari tá farið verður umborð á bjargingarbátin, tí fóru vit undir hetta arbeiðið, sigur Jóanis Albert Nielsen, formaður í Vinnu- og havnanevndini.

Stórur eftirspurningur er eftir bátaplássi í bátahylinum í Miðvági. Hesar seinastu vikurnar hava fólk frá kommununi og hjá Magn flutt oljutangan og brúnna, og ta útgerðina Magn hevur í Miðvági, yvir til har Sverri liggur, soleiðis at Sverri nú hevur fingið sín egna bás. Flytingin av flotbrúgv og útgerð annars hevur við sær, at nú verður kannað um tað er møguligt at fáa nøkur bátapláss afturat í bátahylinum í Miðvági.

vaga.fo