Svend C landar í Kollafirði

Fara síðan á makrelveiðu í altjóða sjógvi.

Grønlendski rækjutrolarin Svend C kom í gjár á Kollafjørð, har teir skulu landa rækjur.

Svend C hevur fiskað í grønlendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan verður landað í Kollafirði, og síðan verður riggað til at fara á makrelveiðu í altjóða sjógvi.

Tað skrivar KIRAN JÓANESARSON á fiskur.fo