Svartkjafturin kann nú landast uttanlands

Fyri at tryggja, at føroyska svartkjaftakvotan serliga verður fiskað, tá svartkjafturin er í føroyskum sjógvi verður frávik gjørt

Dennis Holm, landsstýrismaður hevur lýst kunngerð, sum heimilar, at skip eins og undanfarin ár fram til 15. juni kunnu landa svartkjaft uttanlands. Móttøkuorkan í Føroyum er avmarkað, so skip verða noydd at liggja og bíða eftir landingartørni.

Til tess at tryggja, at føroyska svartkjaftakvotan serliga verður fiskað, tá svartkjafturin er í føroyskum sjógvi verður frávik gjørt frá galdandi áseting um, at allur fiskur, tó undantikin 15%, skal landast í Føroyum.

Talan er um broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019, sí her.