Stovnan av grunninum “Ólavur VN 138”
Longu 7. oktober 2023 skrivaðu við her á síðuni soleiðis: "Barður á Steig Nielsen og fleiri hava nú tikið stig til at seta ein grunn á stovn. Barður á Steig Nielsen er formaður í grunninum, sum nú hevur keypt “M/S Ólav VN 138".
Her er greinin og ein stór myndarøð frá okt. 2023 MYNDARRØÐ: Ein áhugabólkur hevur keypt gamla postbátin (fiskimannafelag.fo)
Nú skriva tveir av stigtakarunum Bárður Nielsen og Sámal Jákup Olsen soleiðis á facebook.
Stovnan av grunninum “Ólavur - VN138”
Flest øllum kunnugt stendur gamli postbáturin Ólavur í løtuni á landi við skipasmiðjuna í Vestmanna, hetta er sjálvsagt ikki ætlanin framyvir.
Báturin hevur eina heilt serstaka søgu í økinum báðu megin Vestmannasund,økið hann bleiv bygdur til at binda saman, hetta áðrenn vit fingu fast vegasamband millum bygda og seinni eisini undir sundið.
Vegna fyrireikarnar av grunninum ynskja vit at bjóða almenninginum til fund á Miðnám í Vestmanna, mikukvøldið 7 Februar 2024 kl 19:00 at greiða frá okkara ætlan og eisini hoyra hvønn áhuga hetta hevur millum fólkið í økinum.
Bárður Nielsen og Sámal Jákup Olsen