Stór løta í Rio De Janeiro
Fekk størsta heiður frá brasilsku sjóverjuni
Í farna juni mánaði var Jóin Ellingsgaard, skipari á rannsóknarskipinum Thor Frigg, við til at skipað eina bjarging í brasilskum sjóøki. Nú hevur hann fingið stóran heiður frá brasilsku sjóverjuni.
Jóin ferðast nógv í samband við starvið, og tí mátti gerast skjótt av, skuldi samrøða fáast í lag við skiparan. Vit hittust á kommunuskrivstovuni, til eitt prát um upplivingarnar í samband við heiðurin og bjargingina.
Tað er týsmorgun klokkan 09:00 tá ið vit báðir sessast til samrøðuna. Við sær hevur Jóin heiðurin og eitt váttanarskjal, undirritað av kommandørinum av virkseminum hjá sjóverjuni í brasilskum sjóøki. Heiðurin er ein pláta, við teksti á portugisiskum, ið lýsir bjargingina av teimum fimm monnunum av tilsamans átta, umborð á “BP Safadi Seif”. Talan er um størsta heiðurin, ið verður latin av brasilsku sjóverjuni fyri at bjarga lívum.
Stór løta í Rio De Janeiro
Jóin greiður frá:
– Tað var gjørt nógv burturúr. Vit vóru fleiri, ið fingu heiður handaðan. Millum okkum var eisini tyrluskiparin hjá sjóverjuni, sum bjargaði tí eina manninum.
– Har vóru nógvir høgir harrar, sum heilsaðu uppá og takkaðu fyri. Bæði admiralar og hvat veit eg hvussu alt eitur. Teir greiddu frá hvussu stóra ávirkan hendan bjargingin hevði. Talan er ikki bara um fimm mans, men eisini familjurnar hjá teimum. Fleiri familjur kundu mist sítt livibreyð.
Slíkum hátíðarhaldum so líkt, so skal alt ganga eftir einari strangari ætlan. Fyri fryntliga skiparan var tað ikki alt, ið var líka lætt at fáa skil á. Hann vísur á, at tað var stílur yvir haldinum.
– Vit fingu boð um akkurát hvar vit skuldu standa. Boðini vóru á portugisiskum, og tí skilti eg ikki hvat teir meintu við beinanvegin. Eg fekk handa eitt tvey tal, men eg visti ikki hvussu tað gekk fyri seg. Um eg skuldi upp sum tann næsti ella hvat. Tað var skipað eftir tølum, sum vóru á gólvinum, og eg skuldi standa á nummar 2. Eftir handanina var tjóðsangurin hjá Brasilia framførdur.
Heiðurin skal hanga í messuni á Thor Frigg, sigur Jóin Ellingsgaard.
Thor Frigg hevur ein umboðsmann á landi, og tað var hesin, ið mælti til, at sjóverjan skuldi fáa boðini um bjargingina. Hann setti seg í samband við myndugleikarnar av sínum eintingum.
– Eg hugsaði ikki, at tað var so stórt. Sigur eyðmjúki eiðismaðurin og heldur fram:
– Hesin maðurin vísti á, at tað var eitt off-shore skip, sum framdi hesa bjargingina. Talan var ikki um eitt skip hjá sjóverjuni. Hetta fekk meg at hugsa, at talan var helst um eina stóra hending. Tað er sjálvandi altíð stórt, at bjarga lívum.
Bjargingardagurin
Samrøðan fer nú frá stóra hátíðarhaldinum í Rio De Janeiro, og til fríggjadagin 17. juni. Dagurin, tá ið Jóin og manningin umborð á Thor Frigg fingu boðini um, at eitt fiskifar var komi illa fyri.
Jóin hevur silgt síðani 1980, og hevur verið yvirmaður og skipari síðani 1991. Hann hevur verið skipari á Thor Frigg í tvey ár. Hóast sína longu yrkisleið er hetta fyrstu ferð, at hann er partur av eini leiting og einari bjargingarroynd. Hann hugsar seg um, smakkar sær á kaffi og byrjar at greiða frá:
– Vit fingu boð frá seismikskipinum um, at eitt far var sokki, og at manningin var í einum bjargingarbáti. Tá mann fær slík boð, so er tað akkurát sum, at mann fer í eitt “mode”. Klokka og tíð hava einki at siga. Tú hevur eina uppgávu og hon skal gerast. Vit venja nógv til slíkar støður og tí vóru vit allir greiðir yvir hvat vit skuldu gera.
Leitaðu í 24 tímar
– Vit vóru tríggir mans á brúnni. Vit leitaðu yvir eitt stórt økið. Eg visti ikki hvussu teir høvdu rikið við streyminum, og av tí at teir lógu í ein sunnan og vit byrjaðu leitingina við at fara norðureftir, tók tað leingi at finna teir. Beint sum eg hevði hug at geva upp, helt eg meg síggja okkurt reytt í luftini. Nú varð myrkt, og tí var tað lættari at síggja ljós.
-Hinir á brúnni sóu einki. Vit ivaðust í, um tað mundi vera eitt stjørnuskot ella okkurt tílíkt. Eg setti kós ímóti ljósinum, sum vísti seg at vera langt vekk. Talan var um góðar fimm fjórðingar. Eftir eina løtu sóu vit eina bjarta neyðrakett, og tá var einki at yvast í. Eg fekk seinni at vita frá monnunum, at teir høvdu bara tvær neyðrakettir eftir. Teir brúktu tað næstseinastu, og tað var hana, ið vit bóru eyga á.
-Vit settu ljóskastarar á bátin, og tá stóðu allir mans uppi, og ein veipaði við eini ár. Millum teirra var ein yngri maður, sum var sera væl fyri. Hann róði sum eitt svakt. Eg vendi skipinum, soleiðis at neyðstaddu menninir ikki lógu upp ímóti vindinum. Nú stúrdi eg fyri, um teir mundu vera so mikið avmaktaðir, at teir ikki orkaðu at lyfta seg sjálvar umborð, men tað spældi væl av til endans.
Hvussu var so kenslan, tá ið alt hevði lagt seg?
– Eg ávirkaðist ikki av tí sum so. Eg fekk at vita, at tað vóru átta mans umborð og vit bjargaðu fimm. Tað gevur sjálvandi nakrar blandaðar kenslur, men tað ávirkaði ikki gerandisdagin.
Tað er greitt, at Jóin Ellingsgaard er errin av, at hava fingið ein so stóran heiður. Spurdur um hvønn týdning hesin heiðurin hevur fyri seg er Jóin skjótur at vísa á, at tað snýr seg ikki bara um hann.
– Nú spyrt tú meg um hvønn týdning heiðurin hevur fyri meg, men eg fór til Rio De Janeiro, sum umboð fyri alla manningina. Vit vóru allir við í bjargingini, og heiðurin kemur upp at hanga í messuni.
Slíkar hendingar vera mangan róptar fyri bragd, og hetta er einki undantak. Jóin nevnir, at har komu nógvir teldupostar við rósandi orðum, og flestu teirra vístu á, at talan er um eitt bragd. Eg trúgvi neyvan, at tú, góði lesari, kann vera ósamd/ur í hesum.
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen á eidi.fo