Stoltleikin á vágni frá 1957 til 1965
Á myndini hevur Karin K loyst frá bryggju, og er byrjað longu ferðina til Eysturgrønlands á odda fyri 10 útróðrarbátum tann 8. august í 1959.
Karin K varð bygd í Hamburg í Týsklandi, og kom á Klaksvík 28. mai 1957. 1200 tons stóra farmaskipið varð uppkallað eftir konu Jógvan Kjølbro, sum doyði í 1952. Skipið kostaði 3,5 milliónir krónur at byggja. Karin K var ísstyrkt, og hon flutti nógvar føroyingar til Grønlands og aftur í sambandi við grønlandsútróður. Skipið sigldi annars víða um í farmasigling.
Karin K varð seld til Týsklands í 1965, og skifti eigarar nakrar ferðir, eftir at hon varð farin úr Føroyum. Í 1986 endaði hon í Turkalandi, og trý ár seinni varð hon upphøgd. Myndin er úr savninum hjá Jóannes Niclasen.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna