Stevna eftir 127 milliónum í endurgjaldi
Málið byrjar tíðliga í 2016.
Vørn noktar at skriva út veiðiloyvi til uppsjóvarskipið Atlantsfarið, sum skiftir eigara úr Miðvági til Kollafjarðar, og fær navnið Norðhavið.
Vørn tvíheldur um, at hollendska felagið Jaczon stýrir felagnum NorthWest Pelagic, øllum sum tað er, hóast Jaczon á pappírinum bara eigur ein triðing av felagnum. Tað er markið í føroysku fiskivinnulóggávuni.
Fiskimálaráðið hevur somu støðu sum Vørn. Veiðiloyvi verður ikki útskrivað. Eftir drúgt kærumál kemur Føroya rættur í 2019 til ta niðurstøðu, at Fiskimálaráðið hevði ikki heimild at nokta NorthWest Pelagic at fáa veiðiloyvi útskrivað.
Ráðið megnar ikki at lyfta próvbyrðuna, um at felagið í Kollafirði verður stýrt úr Hollandi.
Taå skrvar kvf.fo, sum eisini eigur myndina