Steinbjørn saknar russarar í Klaksvík

Her ruggar ikki rætt - onki russisk skip her

Hvat feilar???

Koyrdi framvið Runavíkar Havn í dag og sum vanligt lógu ein rúgva av Russiskum skipum og umskipaðu fongin og Runavíkar Kommuna skovlar pening inn, flott. Tá eg kom norðaftur til Klaksvíkar, koyrdi eg ein túr norður á Norðhavnina, fyri at fregnast hvussu nógv russisk skip lógu har, men vónsvikin sá eg ikki eitt russuskt skip.

Her ruggar ikki rætt at so skal vera, tá vit hugsa um bestu atløgumøguleikar í landinum, Vit, sum gjørdu eina framtíðaríløgu á uml. 100 mill. kr.

Afturat hesum, hoyri eg, at 79 ferðamannaskip koma til Føroyar í ár at vitja og bert 3 koma til Klaksvíkar og Kommunan manglar pening. Norðhavnin má marknaðarførast, um henda stóra íløgan skal vinnast inn aftur.

Tað skrivar Steinbjørn Jacobsen, fyrrv. borgarstjóri í Klaksvík á facebook - vanga sínum