Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit í dag. 13 fólk fingu heilsan í sambandi við 40, 30 og 25 ára starvsdagar á Havstovuni og umborð á havrannsóknarskipinum.
Stjórin, Marita Rasmussen bar heilsan fram til starvsfólkini á hugnaløtu, og fingu tey blómutyssu umframt eina gávu. Í røðuni var m.a. víst á stóra týdningin av, at starvsfólk støðast leingi á einum granskingarstovni sum Havstovan, og takkað varð teimum fyri drúgva tænastu.
40 ár
Bogi Hansen
30 ár
Eilif Gaard
Jan Arge Jacobsen
Regin Kristiansen
Marit Pedersen
Rósing Lydersen
25 ár
Hanna Elina Djurhuus
Leon Smith
Petur Steingrund
Karin Margretha Húsgarð Larsen
Lise Helen Ofstad
Bjarni Mikkelsen
Lis Larsen
Seinasti arbeiðsdagur hjá Honnu Elinu
Í dag 27. januar hevði Hanna Elina Djurhuus sín seinasta arbeiðsdag á Havstovuni
Hanna Elina Djurhuus skrivstovufólk á Havstovuni hevði sína seinastu arbeiðsdag í dag, tí nú er hon komin til eftirlønaraldur.
Hanna Elina hevur starvast á Havstovuni í 25 ár. Fyrstu árini sum lívfrøðiligt hjálparfólk og seinni sum bókhaldari.
Havstovan takkar Hannu Elinu fyri drúgva tænastu øll hesi árini.