So er hann aftur á sjónum

Myndarøð

Fyrireikarnir av grunninum "Ólavur VN 138" høvdu heitt á fólk, um at koma til hjálpar í gjár, leygardagin, nú ætlanin var at sjóseta gamla postbátin. 

Nógv fólk var til staðar, tá arbeiði byrjaði. 

Stórur krani var komin til gomlu skipasmiðjun, har Ólavur hevur staði á landi í longri tíð.

Seint seinnapartin eydnaðist tað so at fáa Ólav á flot. 

Nú liggur "sluppungin" inni í nýggju havnini, har bátastevnan plagar vera hildin.

HER ER EIN ONNUR MYNDARØÐ tá Ólavur stóð á landi MYNDARRØÐ: Ein áhugabólkur hevur keypt gamla postbátin (fiskimannafelag.fo)

Sum skilst, so er ætlanin at sleipa Ólav til Nólsoyar, har hann skal setast í uppruna stand. Mett verður at tað arbeiðið tekur um hálvtannað ár.