So er felagsmyndin tikin
Alt tekur sína tíð, men loksins er felagsmyndin tikin av landsstýrinum úti í Tinganesi.
Hósmorgunin tann 22,desember 2022 kl. 10:00 varð boðið til tíðindafund har samgonguskjalið varð lagt fram og kunnað varð um hvørji, ið skulu mynda komandi landsstýri.
Tað bleiv býtt soleiðis í millum flokkarnar:
Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi løgtingsforkvinna.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, løgmaður.
Aksel V. Johannesen tilnevndi Ingilín Didriksen Strøm, Djóna Nolsøe Joensen og Margit Stórá landsstýrisfólk fyri Javnaðarflokkin.
Høgni Hoydal hevði peika á Sirið Stenberg og Dennis Holm at vera landsstýrisfólk fyri Tjóðveldi.
Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen blivu landsstýrisfólk fyri Framsókn.
LES ALT SAMGONGISKJALIÐ HER https://kvf.fo/sites/default/files/files/Saman%20eru%20vit%20sterk_21_%20des_%20kl_%2000_31%5B4942%5D.pdf