Skipini fiska svartkalva, kalva og tosk á Flemish Kap

Toskakvotan er uml. dupult so stór sum í fjør

Trolarin Kappin er um at vera liðugur við at fiska svartkalvakvotuna á Flemish Kap.

Kvotan er 193 tons. 

Ísfiskalínuskipið Vesturhavið er eisini á Flemish Kap. Vesturhavið hevur fingið 40 tons av kalva síðani 12.apríl.

Kalvi hevur onga kvotu á Flemish Kap.

Og línuskipið Pison er á veg á Flemish Kap at fiska tosk.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo