Skipið hevur fingið nýggja litin, sum øll farmaskipini hjá felagnum skulu hava
Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Glyvursnes, hjá Smyril Line, er ávegis til Føroyar.
Skipið var yvirtikið 12. desembur og hevur verið á skipasmiðju í Munkebo á Fjóni. Har er ymiskt viðlíkahald gjørt og so hevur skipið fingið nýggja litin, sum øll farmaskipini hjá felagnum skulu hava.
Glyvursnes er keypt úr Finnlandi, er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt. Motorurin er ein 21.000 hk Wartsilá. Skipið er systirskip við Mistral, sum felagið hevur leiga síðstu árini. og kemur í flotan fyri hann.
Glyvursnes kemur eisini at sigla somu rutu sum Mistral: Hirtshals, Tórshavn, Thorleikshøfn og Torleikshøfn, Tórshavn, Hirtshals.
Glyvursnes lastar í Hirtshals í dag og leggur so leiðina á Føroyar, og verður á Havnini ársins síðsta dag.
Skipari er Eljón Poulsen. Hann og Óli Hammer koma at skiftast sum skiparar.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir Smyril Line tillukku og Guds signing við Glyvursnesi.
Skipið hevur fingið bøkur, skriftstað, jólapakkar og annað frá Sjómansmissiónini.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Myndina eigur TJ-myndir.