Skipið er væl útgjørt og væl hildið við líka

Eftir ætlan fara á gulllaksaveiðu ein av fyrstu døgunum, sigur Bjarki Magnussen.

28. mars kom nýggi Eysturbúgvin á Havnina. Hann er keyptur úr Noregi og kallaðist, Mostein. Hann er bygdur í 2001; er 44 metrar langur og 10 metrar breiður. Motorurin er ein 2178 hk. MAK. Hann er bygdur til at fiska uppisjóvarfisk, men var umbygdur í 2019 til eisini at kunna fiska og hagreiða botnfisk.

-Tað hevur verið trupult at funnið annað skip fyri Eysturbúgvan, sum sakk fyri ári síðani. Nú varð hetta skipið vit keyptu, hóast tað ikki er ein partrolari, eins og gamla skipið var.

Tað sigur reiðarin og ein av eigarunum Bjarki Magnussen.

-Skipið hevur 11 kølitangar, harav tveir teirra eisini kunnu hava kassar til ísfisk. Fiskurin verður pumpaður fram í tangarnar, tá tað er uppisjóvarfiskur og gulllaksur. Skipið tekur umleið 500 tons av matfiski, sigur hann.

-Botnfiskurin verður eisini pumpaður fram á dekkið og fer í ein stóran móttøkupavn í stýriborð. So verður hann kruvdur, og eftir tað fer hann í vaskipavnin og síðani niður í kølitangarnar. Skipið hevur ísmaskinu og tvær kryvjimaskinur, so tað er væl útgjørt, sigur Bjarki.

-Hetta skipið hevur ikki troldekk, eins og tað gamla hevði, men hevur tvær stórar trumlur afturi á hekkuni, sum trolini fara uppá. Síðani verður, sum greitt frá, fiskurin pumpaður fram í tangarnar. Tað riggar væl hjá norðmonnum, so man tað eisini fara at rigga hjá okkum við, sigur hann.

-Kvoturnar hjá Eysturbúgvanum verða fluttar yvir á hetta skipið, og manningin, seks mans, verða teir somu. Okkurt smávegis skal gerast við skipið, nú tað fer undir føroyskt flagg. Skipið er væl útgjørt og væl hildið við líka, so vit vóna, tað fer at rigga væl og gangast væl, tá vit eftir ætlan fara á gulllaksaveiðu ein av fyrstu døgunum, sigur Bjarki Magnussen.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við skipinum.

Fleiri myndir eru HER (6) Føroyska Sjómansmissiónin | Nesvík | Facebook