Skipafelagið 105
19. mars kundi Faroe Ship hátiðarhalda sín 105 ára føðingardag. Hin 19. mars í 1919 varð Skipafelagið Føroyar sett á stovn við tí endamáli at flyta fólk og farm milum lond
Sí myndarøð niðanfyri
Stórar broytingar og týðandi menning er farin fram hesa góðu øldina. Seinni í ár flytur felagið í nýggj og stásilig hølir á Skansabrygguni
Nýtt pakkhús, frystihús, verkstað og skrivstovubygningur verða í løtuni bygt. Gongur sum æltað, so verður flutt í nýggju hølini áðrenn tjaldrið fer avstað aftur
Vit takka fyri stuðulin hesi 105 árini
Tað skrivar Faroe Ship á facebook - vanga sínum