Skip kunnu nú landa norðhavssild uttanlands
Neyðugt er at geva undantøk til landingar uttanlands, tí bíðirøðirnar at sleppa framat at landa í Føroyum eru ov langar.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eftir at hann í dag hevur lýst eina kunngerð, sum loyvir skipum at landa norðhavssild uttanlands næstu vikuna.
Nýggja kunngerðin loyvir skipum at landa norðhavssild uttanlands í tíðarskeiðinum frá 14. november til 22. november.
Hoyr samrøðu við Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í útvarpstíðindunum: Skip kunnu nú landa norðhavssild uttanlands | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Fyri sløkum tveimum vikum síðani høvdu føroysk skip sløk 95.000 tons eftir av norðhavssild í ár.
Bara 5.500 tons vóru tá fiskað.
Kvotan er 100.313 tons í ár.
Tað skrivar kvf.fo