Hall á 36,5 mió kr í 2020 - vinningur á 19,3 mió kr 2021

Eftirspurninginum eftir veitingarskipum sær út til at halda á at vaksa

Skansi Offshore hevði eitt gott ár í fjør. Vinningur eftir skatt var 19,3 mió kr. Tað skal samanberast við 8,4 mió kr í 2021 og hall uppá 36,5 mió kr í 2020.

Tíðindaskriv frá Skansi Offshore.

Skansi Offshore er móðirfelag hjá millum annað frálandaskipum, og sagt verður í leiðslufrágreiðingini, at úrslitið er merkt av stórum eftirspurningi, størri ratum og at skipini vóru í sigling meira enn árið fyri. Sagt verður eisini, at úrslitið er positivt ávirkað av, at skuld uppá 6 mió kr er eftirgivin í árinum. Annars er úrslitið stórt sæð sum væntað, verður sagt.

Og hildið verður fram, at vøksturin í eftirspurninginum eftir veitingarskipum sær út til at halda á at vaksa, marknaðurin er framvegis volatilur, men sáttmálarnir, sum felagið hevur, eru góðir, og tí eru útlitini góð og úrslitið í ár kann væntast at gerast enn betur enn í fjør.

Fíggjarstøðan javnvigaði við árslok í fjør við 59 mió kr og harav var eginognin 42 mió kr.

Jens Meinhard Rasmussen er stjóri.