Sjúrðarberg skiftir navn til Río Solís IV

Trolarin hevur ofta skift eigarar og navn.

Sjúrðarberg var bygdur á Skála Skipasmiðju í 1988, tá kallaðist hann Skálafjall. Søguna um Skálafjall og  sakarmálini minnast tey flestu.

Seinni skifti Skálafjall navn fleiri ferðir:

1992 til Beinir TN 330      Tórshavn

1995 til Akraberg FD10    Toftir

2003 til Akraberg GK 210 Grindavík

2005 til Akraberg              Akureyri 

2006 til Polonus GDY 36   Gdynja 

2008 til Tunus                   Grønland 

2017 til Dorado YLPB        Latvia  

2020 til Sjúrðarberg KG 184 Klaksvík 

2024 seldur til Thor.

Hans Andrias Kelduberg er stjóri í Thor segði soleiðis við nordlysid.fo 

- "Vit fara at sigla skipið til Spania, har tað skal umbyggjast. Skipið verður selt til útlendskt felag, sum vit eisini eru partur av og fer so at royna eftir botnfiski við Uruguay og møguliga Afrika", 

Hendan “Río Solís IV” relevará al veterano “Ila” de Belnova | Puente de Mando - Juan Carlos Diaz heimasíða skrivar, at Sjúrðarberg skal eita Río Solís IV og skal avloysa frystirtolaran við navninum Ila, nú "Río Solís III", sum hevur tænt í felagnum síðan 1969, sum framvegis er i drift.

Myndina eigur útlendka heimasíðan eisini.