Fekk ein wire í høvdu og bløddi illa
Klokkan 23.50 í gjárkvøldið sendi skiparin á einum partrolara boð eftir hjálp á MRCC støðina.
Ein maður umborð á einum partrolara hevði fingið ein wire í høvdu og bløddi illa.
Boðini vóru at hann mátti undir læknahond.
MRCC boðar frá, at maðurin var ikki í lívsvanda og hevur tað gott.