Síðstu tíðina hava vit roynt norðeystur av Fugloyarbankanum

Brúkiligur fiskiskapur

Thor í Hósvík er annað av skipunum, sum royna við gørnum eftir svartkalva undir Føroyum. Túrarnir eru ikki langir, í mun til aðrar skipabólkar, tí teir landa nærum hvørja viku, og sum oftast í Havn.

-Árið í fjør var brúkiligt og tá royndu vit nógv vesturi á Rygginum. Tað, sum farið er av hesum árinum, hevur eisini verið brúkiligt, hóast veðrið hevur verið ringt til tíðir.

Tað sigur skiparin á Thor, Petur Gilbert Gullaksen.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Mynd: TJ-myndir.

-Síðstu tíðina hava vit roynt norðeystur av Fugloyarbankanum, og sum sagt, fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Vetrarhálvárið er mangan buldrasligt til veður, og skipið er ikki stórt, so vit mugu taka hædd fyri tí, sigur hann.

10 mans eru við Thor, sum landaði 13 tons av svartkalva í Havn í gjár.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Mynd: Petur Gilbert Gullaksen og stýrimaðurin, Suni Clementsen.