Hoyr sendingina "Kom á 2069!"

"Kom á 2069!", plagdi man at hoyra á fiskabylgjuni fyrr í tíðini.

Í fyrstu sendingini er prát við Hanus Jacobsen, stjóri í Bakkafrost í USA, Høgna Hansen, stjóra í Fiskamarkanaði Føroya, og prát við Jógvan Poulsen, samskipara hjá Radio.fo.
Vertur er Eivind Jacobsen.

Útvarpsstøðin Radio.fo, sum hoyrist um alt landið, byrjaði nýggja sending fríggjadag, sum nevnist: "Kom á 2069".

Farið verður at ringja til skip og frætta tíðindi frá teimum, sum balast á havinum.

Tað er strandingurin, Eivind Jacobsen, sum nú hvønn fríggjadag fer at skipað fyri sendingini "Kom á 2069".

Eivind Jacobsen sigur, at hann hevur verið í samband við sjómenn, um áhugan fyri slíkari sending, og undirtøkan hevur verið góð.

Tað hevur stóran áhuga millum føroyingar at frætta, hvussu tað gongur, ikki bara í fiskivinnuni, men sjóvinnuni sum heild.

Tað er einki er at taka seg aftur í, at bæði fólk á sjógvi og ikki minst familjan á landi, hava áhuga í hvussu gongst umborð.

Fyrsta sendingi var fríggjadagin 24. mars kl.13.15 HOYR HANA VIÐ AT  TRYSTA HER  https://soundcloud.com/user-10504762-603426460/kom-a-2069-24-mars-2023?utm_source=www.radio.fo&utm_campaign=wtshare&utm_medium=widget&utm_content=https%253A%252F%252Fsoundcloud.com%252Fuser-10504762-603426460%252Fkom-a-2069-24-mars-2023