Semja millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið

Við semjuni verða teir endurnýggjaðir, sum trý ára sáttmálar

Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið góðtóku seinnapartin í gjár eitt semingsuppskot frá semingsmanninum, um lønarsáttmálarnar fyri maskinmeistararnar hjá Strandferðsluni og á Jákup Sverra.

Sáttmálarnir gingu út 1. oktober 2022 og við semjuni verða teir endurnýggjaðir, sum trý ára sáttmálar, galdandi til og við 30. september 2025.

Semjan byggir á sama lønarkarm sum við undanfarin fakfeløg i hesum samráðingarumfarinum: 3,8% fyrsta árið, 4,2% næsta árið og 4,75% triðja árið.

Semjan kann lesast her.