Semja millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Semjan byggir á sama karm sum við undanfarin feløg i hesum samráðingarumfarinum

Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og navigatørfelag góðtóku í vikuni eitt semingsuppskot frá semingsmanninum, um sáttmálarnar hjá Strandferðsluni og á Jákup Sverra.

Sáttmálarnir gingu út 1. oktober 2022 og við semjuni verða teir endurnýggjaðir, sum trý ára sáttmálar, galdandi til og við 30. september 2025.

Semjan byggir á sama karm sum við undanfarin feløg i hesum samráðingarumfarinum: 3,8% fyrsta árið, 4,2% næsta árið og 4,75% triðja árið.

 

Semjan kann lesast her.