Seksæringurin, Naddoddur komin til Måloy og tikin í land
Tað var bjargingarskipið KV Bergen sum sleipaði Naddodd inn. Líkið av kvinnuni, sum var funnin druknað var eisini umborð bjargingarskipinum KV Bergen.
Soleiðis skrivar Gundur Axel Sorensen á facebook-vanganum hjá Naddoddi.
Trist at síggja,men við góðari hjálp frá mínum soni Trond Marius Sørensen sum arbeiðir hjá Måløy Havneservice, er Naddoddur tikin upp og stendur trygd og avbyrgdur í Måløy. Hann tekur sær av allari bagasju og annað sum lá umborð og tekur tað heim til sín