Seks frystilínuskip eru til fiskarí

Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiska mest av toski, hýsu og longu og kemur tað at landa á vikuni. Vantandi fer okkurt línuskip avstað í næstum. Seks frystilínuskip eru til fiskarí.Trý fiska í føroyskum sjógvi, tvey í íslendskum sjógvi og eitt í grønlendskum sjógvi. Okkurt kemur at landa í vikuni. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. Helst fer okkurt frystilínuskip avstað skjótt

Útróður: Streymurin verður góður alla vikuna. Veðri verður skiftandi, so helst verður nakað av útróðri hjá teimum størru bátunum, meðan teir smærru bátarnir fáa ikki nógvar útróðradagar í vikuni.   Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu. Hann er nýliga byrjaður, so tí vanta vit ikki at hann landar í vikuni. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva og so er ein á beding.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og kemur okkurt parið at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga  longu og so nakað av toski, hýsu og hvítingi. Fiskaríið kundi verði betri.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.  

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.