Sandoy Seafood yvirskot í fjør

Eftir nøkur stríggin ár, gekk betur hjá Sandoy Seafood í fjør.

Í fyrraárið lá úrslitið um nullið, men í fjør lógu 2,2 milliónir krónur eftir til eigararnar eftir skatt.

Tað skrivar Vágaportalurin.

Skuldin er tó í størra lagi í mun til tølini annars, og í fjør kostaði hon felagnum eina millión krónur, sum hon hevur gjørt tað tey undanfarnu árini.

Fíggjarstøðan javnvigaði við góðum 65 milliónum og eginognin var við árslok 27 milliónir krónur.

Tað skerivar Hilmar Jan Hansen á kvf.fo