Samhugaverkfall við arbeiðarafeløgunum
Starvsfelagið hevur sent Vinnuhúsinum hesa fráboðan um samhugaverkfall:
Samhugaverkfall
Fráboðan um samhugaverkfall við Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Starvsfelagið skal við hesum boða frá, at felagið lýsir samhugaverkfall á sáttmálaøkjunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið frá kl 06 týsdagin tann 11. juni 2024. T.e. sáttmálarnir, sum umfata sáttmálaøkið vegna Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.
Samhugaverkfallið umfatar allar limir felagsins, sum eru umfataðir av omanfyri nevndu sáttmálum
Undantøk frá samhugaverkfallinum eru sambært galdandi sáttmálum:
Vísandi til § 33, Serreglur undir arbeiðssteðgi – Føroya Tele
og
Vísandi til § 27, Serreglur undir arbeiðssteðgi – Vága Floghavn.
Súni Selfoss, formaður
Starvsfelagið
Myndina eigur kvf.fo