Rescue LÍV: Hesaferð var aftur talan um sjúkraflutning úr Nólsoy.
Klokkan var júst farin av midnátt í nátt, tá boð vóru eftir Rescue LÍV. Hesaferð var aftur talan um sjúkraflutning úr Nólsoy.
Útkallið kom klokkan 00:07, og fyrsti maður var umborð fimm minuttir seinni. LÍV loysti klokkan 00:20 og var aftur í Havn klokkan 01:04.
Mjørki var, men veðrið var gott, og sjúkraflutningurin gekk væl.
Hendan túrin vóru brøðurnir Kim og Allan við umframt Finnur og Uni.
Tað skrivar facebook-vangin hjá Rescue LÍV