VIDEO: Reiðaríi vissaði tá um um at lønin varð røtt, men, men
Vit vita ikki, um manning fær røttu lønina, tá lønin fer á konto hjá arbeiðsgevara, heldur enn á eina persónliga lønarkonto. Tað sigur formaðurin í fiskimannafelagnum.
HYGG AT INNSLAGNUM Í DEGI & VIKU https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/06/22/lon-egna-konto
Tað er eingin áseting í skattalógini um, at ein lønarkonto vera persónlig.
Í 2018 heitti Fiskimannafelagið á TAKS um at kanna lønarviðurskiftini á skipunum hjá einum reiðaríi.
Fiskimannafelagið hevði illgruna um, at útlendska manningin ikki fekk røttu lønina.
Hetta tí, at hýran hjá allari útlendsku manniningini umborð varð flutt á eina og somu konto - eina konto hjá reiðaríínum sjálvum, og ikki á eina persónliga lønarkonto.
Reiðaríi vissaði tá um um at lønin varð røtt, og at talan var um praktiskar orsøkir, og fíggjarmálaráðið for undir at kanna um skattalógin skuldi broytast.
Men í dag er framvegis eingin treyt í skattalógini um, at lønarkontoin vera persónlig.
Fiskimannafelagið vil hava lógina broytta, tí tað kemur fyri at limir venda sær til felagið, tí lønin ikki er røtt, sigur Jan Højgaard.