Reglurnar um fiskiorku verða nú broyttar
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot til nýggja kunngerð um fiskiorku til ummælis.
Kunngerðin ásetir mannagongd og treytir um fiskiorku, tá loyvi og fiskidagar hjá fiskiførum í fiskidagaskipanini verða flutt á annað fiskifar. Eisini eru reglur um fiskiorku í sambandi við, at broytingar verða gjørdar við fiskifør í fiskidagaskipanini.
Við nýggju kunngerðini verða reglurnar broyttar, so at tær betri leggja upp fyri fiskiorku, tá fiskidagar hjá trolara í bólki 2 verða fluttir á annan og størri trolara.
Annars snýr uppskotið seg um tekniskar tillagingar í galdandi reglum á økinum.
Hoyringarfreistin er hósdagin 16. november 2023.
Uppskotið til nýggja fiskiorkukunngerð sæst her á síðuni undir ”Uppskot til ummælis”.
Savnsmynd. Myndaeigari Birgir Waag Høgnesen