Regin starvast sum ‘handlingsmaður’ á Vága Floghavn
Regin er 49 ár og hann starvast sum ‘handlingsmaður’ á Vága Floghavn Handlingsmenninir hava um hendi millum annað lasting og tøming av viðføri og frakt, og at koyra rørslutarnað við ‘ambulyftini’, ein lyft, sum hjálpir rørslutarnað upp í flogfarið.
Regin hevur fyrr starvast sum grafikari á tíðindablaði og í Kringvarpinum, harumframt hevur hann eisini roynt seg á flakavirkjum og aðra staðni. Síðan 2019 hevur hann tó starvast á flogvøllinum, og honum dámar ómetaliga væl. Trivnaðurin er góður og starvsfelagarnir síggjast eisini nógv uttanfyri arbeiðstíð
Hendan greinin stóð á facebook-vanganum hjá Føroya Arbeiðarafelag tann 1. Desember 2022, tá segði Regin, "nú tað stundar til jóla, plagar arbeiðstrýstið at vera nógv størri á flogvøllinum. Men tað er eisini stuttligt, tí í tí hektiska er tað eisini hugnaligt og mann møtir nógvum fólki"
Vangin hjá Føroya Arbeiðarafelag er HER https://www.facebook.com/FAfelag
Greinin er ein av fleiri sum tey kalla "VERKAFÓLKAVANGIN".